Hóast føroyameistaraheitið er komi í hús, so halda KÍ-kvinnurnar fram við at vinna. Í kvøld tóku tær ímóti Víkingi í framskundaðum dysti.

Image 


Tað var Víkingur sum byrjaði dystin betur, og hevði bóltin meira tað fyrstu løtuna. Tað tók KÍ-kvinnunum eina løtu at koma í gongd, og eftir tað gekk ikki long tíð, til bólturin var í netinum. Tað var Sigrid skeyt eitt gott skot frá brotsteigarmarkinum og beint í netið. Lítla løtu seinni fekk KÍ hornaspark úti í vinstru síðu, og Elsa Maria skeyt væl innfyri, og við fremru stong var Olga Kristina hægst og snittaði bóltin í netið. Víkingur fekk minkað um munin nakað fyri hálvleik við málið, sum Hanna gjørdi.
Í seinna hálvleiki leikaði nøkulunda javnt á, og bæði liðini høvdu bóltin líka nógv, men KÍ dugir betur at útnytta sínar møguleikar, og fingu tvey mál afturat í seinna hálvleiki, og aftur vóru tað Olga Kristina og Sigrid sum skoraðu. Víkingur fekk aftur minka um munin við máli, sum Mary-Ann gjørdi.
Um ein skal taka saman um dystin, so var tað ein javnur dystur har KÍ-kvinnurnar vóru meira effektivar frammanfyri málið.
Næsti dystur hjá KÍ-kvinnunum verður sunnudagin á Argjum.

KÍ - Víkingur 4 - 2
1 - 0 Sigrid Jacobsen, 20'
2 - 0 Olga Kristina Hansen, 21'
2 - 1 Hanna Isaksen, 36'
3 - 1 Olga Kristina Hansen, 53'
4 - 1 Sigrid Jacobsen, 66'
4 - 2 Mary-Ann Isaksen, 73'


Olga F. Olsen - Ann Olsen, Doris í Garði, Ragna Patawary, Adelheid Olsen - Marjun Joensen (Tove Sólheyg, 46'), Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen (Sofía Purkhús, 78') - Olga Kristina Hansen (Eina Kalsø, 83'), Sigrid Jacobsen
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Vár Jenny Lydersen
Venjari: Aleksandar Djordjevic

Víkingur
Anna Kristina Joensen - Ingun Jacobsen, Ragnfríð Jacobsen, Rósa Magnussen, Lis Justinussen - Mary-Ann Isaksen, Anna Malena Højgaard, Maibritt Olsen, Heidi Heinesen, Sanna Jacobsen - Hanna Isaksen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Noomi Jacobsen, Henny Olsen, Elin V. Olsen
Venjari: Magni Jarnskor

Dómarabólkur: Karl Marius Poulsen, Lassin Isaksen, Andreas Josephsen