26 August 2008
KÍ-kvinnurnar spæla í kvøld í móti Víkingi. Dysturin byrjar kl. 19:30
KÍ-kvinnurnar, sum vunnu meistaraheitið sunnudagin, spæla ímóti Víkingi í kvøld kl. 1930. Hesin dysturin eigur at verða leiktur 7. september, men tá eru KÍ-kvinnurnar í Litava og leika Uefa-cup.
Sum sagt so eru KÍ-kvinnurnar longu meistarar, men Víkingur er í harðari kapping um annað plássið við AB og B36, so tær fara nokk at gera alt fyri at vinna dystin.
Dysturin byrjar sum sagt kl. 1930.
















