Nakað av fólki tók ímóti KÍ-kvinnunum, tá tær kom aftur úr Vági.

Sum flest øllum kunnugt hava KÍ-kvinnurnar vunnið meistaraheitið, og tá tær komu aftur í Vági í gjárkvøldið var skipa fyri lítlari móttøku á loftinum í Kí-høllini. Men fyrsta móttøkan var tó á farstøðini í Havn, har foreldrini hjá Olgu Kristinu tóku ímóti við føroyskum flaggi. Síðani var fari norð til Klaksvíkar, og har var fitt av fólki komi saman fyri at takað ímóti.
Fyrst bjóðaði Tummas Lervig, formaður í KÍ vælkomin, og síðani gav hann Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóra orðið og gav KÍ-kvinnunum nøkur rósandi orð. Eftir tað tók Tummas orðið aftur og eisini hann hevði nøkur rósandi orð at bera KÍ-kvinnunum. Malena, liðskipari takkaði fyri, og aftaná tað vildi Símun Petur Zachariassen hava orðið og ynskja KÍ-kvinnunum tillukku.
Tað verður tó meira gjørt burturúr, tá KÍ-kvinnurnar fáa gullið um hálsin tann 20. september.