KÍ-Kvinnurnar eru føroyameistarar 9. árið á rað. Og tá tær eisini vunnu steypakappingina fyrr í ár, so kunnu tær kalla seg greipuvinnarar aftur ár.

Image

Á sjálvum 104 ára føðingardegnum hjá KÍ gjørdust KÍ-kvinnurnar føroyameistarar 9. árið á rað. Betur føðingardagsgávu kundu KÍ-kvinnurnar ikki geva felagnum. Tað var greitt undan dystinum ímóti VB/Sumba, at um KÍ-kvinnurnar vunnu tann dystin so tryggjaðu tær sær meistaraheitið. Tað sást eisini frá fyrsta bríksli at KÍ-kvinnurnar vildu hava meistaraheitið heim við sær úr Vági, tí tær løgdu seg longu á odda í 6. minutti við málið sum Rannvá gjørdi. KÍ leikti í móti vindinum í fyrra hálvleiki, men tað tókstist ikki at ávirka tær serliga nógv, heldur tvørtur ímóti, tí tað eydnaðist teimum at skorað heili 5 mál afturat í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki vaks vindurin nakað og KÍ-kvinnur spældu nú undan vindinum, men tað høvdu tær ikki eins líka lætt við, tí flestu bóltarnir fóru útav vøllinum ella endaðu inni hjá málverjanum. KÍ-kvinnurnar fingu tó trý mál afturat, sum øll vóru uppá deyðbóltar. Marjun og Olga Kristina skutu hvørsítt fríspark beinleiðis í netið og Malena skoraði eftir hornaspark.
KÍ-kvinnurnar eru 17 stig fremst nú 4 umfør eru eftir at leika. Næsti dystur verður longu týskvøldið ímóti Víkingi.

VB/Sumba 0 - 9 (0 - 6)
0 - 1 Rannvá Andreasen, 6'
0 - 2 Sofía Purkhús, 12'
0 - 3 Olga Fríðunn Olsen, 20'
0 - 4 Olga Kristina Hansen, 25'
0 - 5 Sofía Purkhús, 30'
0 - 6 Sigrid Jacobsen, 17'
0 - 7 Olga Kristina Hansen, 72'
0 - 8 Malena Josephsen, 85'
0 - 9 Marjun Joensen, 86'


Olga F. Olsen - Vár Jenny Lydersen (Sølvá Andreasen, 46'), Ragna Patawary, Eina Kalsø, Ann Olsen - Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen (Tove Sólheyg, 46'), Malena Josephsen, Ranvá Andreasen (Marjun Joensen, 46') - Olga Kristina Hansen, Sofía Purkhús

Venjari: Aleksandar Djordjevic

VB/Sumba
Anna Maria Augustinussen - Miriam Michelsen, Guðrun í Lágabø, Sunneva Magnussen, Barbara Jacobsen, Svava Vesturgaard (Laila Jespersen, 19'), Helen Lindenskov, Jórun Bech, Vár Vesturgaard, Sára Samuelsen, Monika Samuelsen.

Venjari: Bibi

Dómarabólkur: Aleksandar Radosavevic, Milan Cimburovic, Ivan Stojkovic