22 August 2008
KÍ-kvinnurnar skulu sunnudagin leika ímóti VB/Sumba í Vági. Um tær vinna dystin, so vinna tær samstundis meistaraheitið 9. árið á rað.
Sunnudagin fyllir KÍ 104 ár, og tann dagin kann fyrsta meistaraheitið í ár koma í hús. KÍ-kvinnurnar eru í løtuni 14 stig frammanfyri Víking á øðrum plássi.
KÍ-kvinnurnar hava leikt tríggjar dystir ímóti VB/Sumba fyrr í ár, og hava tær vunnið tveir av teimum 9-0 og tann eina 5-0, men tað er mangan torført at leika í Vági, og tí skulu KÍ-kvinnurnar ikki kanna sær bitan áðrenn.
Dysturin í Vági byrjar kl. 14.
















