Landskappingin hjá kvinnunum fer nú í gongd aftur. Kvinnurnar skulu sunnudagin leika ímóti AB.

Sunnudagin kl. 12:45 taka KÍ-kvinnurnar í móti AB fyri fyrstu ferð á Injector Arena. Síðan seinasta heimadyst hjá KÍ-kvinnunum hevur vøllurin nemliga broytt navn, frá at vera Djúpamýra til at vera Injector Arena.
KÍ-kvinnurnar kunnu longu nú tryggja sær meistaraheitið, tí um KÍ-kvinnurnar vinna dystin ímóti AB, og Víkingur samstundis tapur dystin ímóti B36, so verður munurin ímillum KÍ og Víking 17 stig, og bert 15 stig eru eftir at leika um.
Hóast AB ikki kann náa fyrsta plássinum, so eru tær enn í stríðnum um silvurmerkini og tískil fara tær at leggja nógv fyri, at vinna dystin.
Sum sagt so byrjar dysturin kl. 12:45 sunnudagin.